Lovprísan og takksemi (#13560)

Øll  lovprísan, O  mín Gud, veri  Tær sum  er Kelda  allar dýrdar og hátignar, stórleiks  og æru, ræðis  og harradømis, hábæris  og náðar, ærufryktar og máttar. Hvønn enn ið  Tú vilt  fært  Tú at verða  drignan nær til  hitt  Mest  Mikla  Hav, og hvørjum  enn ið Tær líkar gevur  Tú ta  æru at  viðurkenna  Títt  Mest  Forna  Navn. Av øllum  sum  eru í  himli  og á  jørð, kann eingin standa  ímóti virki  Tíns  ráðandi  Vilja. Frá  øllum  ævinleikum  stýrdi  Tú yvir allari  skapanini, og  Tú fer at  halda  fram  um  allar tíðir at  útinna Títt  harradømi  yvir øllum  skapaðum lutum. Eingin annar Gud er uttan Tú, tann  Alvaldandi, tann Mest  Upphevjaði, tann Almáttugi, tann  Alvísi.   
	Upplýs, O  Harri, andlit  tænara  Tína, at  teir kunnu skoða  Teg;  og reinska  hjørtu teirra, at  teir kunnu venda  sær til  garðin av  Tínum himmalsku vælvildum  og viðurkenna  Hann Sum  er Birting Sjálvs  Tíns  og  Vársól  Kjarna  Tíns. Sanniliga, tú ert  Harrin yvir øllum  heimum. Eingin Gud er uttan  Tú, tann Óavmarkaði, tann  Alt-Stjórnandi.

-Bahá'u'lláh
-----------------------

